Sider

søndag den 12. december 2010

Hvat eyðkennir tann góða skúlan?

Skúlaverk sum eydnast væl eru tey, sum hava úrslit omanfyri miðal og har ávirkanin frá sosio-økonomiskari bakgrund á úrslitið er minni enn miðal. (úr PISA-frágreiðingini hjá OECD.)

PISA staðfestir m.a. hesar samanhangir:
  • Skúlaverk sum eydnast væl, geva øllum næmingum, óanæð sosio-økonomiska bakgrund, javngóðar møguleikar at læra.
  • Í londum, har næmingar kunnu dumpa og skula taka ein flokk umaftur, eru úrslitini sum heild verri. Sama galdar, um man samanber skúlar innanfyri lond.
  • Í londum har næmingar kunnu dumpa og skula taka ein flokk umaftur, hevur familjubakgrund størri ávirkan á førleikan máldur í PISA.
  • Í londum har næmingar verða býttir upp eftir førleika, fer samlaða úrslitið ikki upp, og yngri næmingarnir eru, tá uppbýtið fer fram, størri týdning fær familjubakgrund uppá PISA-úrslitið.
  • Í skúlaverkum har tað er vanligt at flyta veikar ella órógvandi næmingar úr skúlanum, er samlaða úrslitið verri, og javnstøða minkar. Sama galdar, um man samanber skúlar innanfyri lond.
  • Flestu vælvirkandi skúlaverk loyva skúlum sjálvar at avgera pensum og at velja um og hvussu royndir skulu brúkast.
  • Flestu vælvirkandi skúlaverk loyva ikki kapping millum skúlarnar um næmingar, tvs. einki frítt skúlaval.
  • Tá hædd er tikin fyri sosio-økonomiskari bakgrund og demografiskari næmingasamanseting á skúlum, standa næmingar á privatskúlum og í almennum skúlum (fólkaskúlanum) seg eins væl.
  • Skúlaverk sum eru dømd vælvirkandi brúka nógvar pengar uppá útbúgving, og raðfesta læraraløn hægri enn at hava smáar skúlaflokkar.

Eg haldi punktini siga, at eingin einfald uppskrift er. Men strukturelt er eindarskúlin opinbart tað besta, og tí skal man ikki broyta tað, um man er ónøgdur við PISA-úrslitið.