Sider

torsdag den 27. februar 2014

Gerhard Lognberg (2008 - 2014)


Nei, Gerhard Lognberg er ikki deyður... Árstølini vísa bara, hvørja seinking Gerhard hevur megnað viðvíkjandi ætlanini at fremja undirsjóvartunnil millum Sandoy og Streymoy.

Í dag skal Løgtingið viðgera uppskot Lmál 77/2013: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy.

onsdag den 26. februar 2014

Útlicitering, privatisering og uttanumtos

Tað mátti verið lætt at fáa semju um at koyra fiskivinnuna á marknað í staðin fyri at stýra sum ein almennur stovnur (ella fleiri) eftir boðum frá aðalráðnum.

Hetta er ein vinna, sum er sera væl egnað til privatan marknað tí ikki er neyðugt við innviklaðari regulering.

Fyrr enn hetta er framt -- at fiskivinnan og tilfeingisfordeilingin virkar á marknaðargrundarlagi -- er fullkomiliga absurd at tosa um at privatisera nakað sum helst annað alment virksemi. At tað kortini verður gjørt virkar sum ein roynd at flyta fokus frá, at tilfeingisrentan, sum alt Føroya fólk eigur sum eigari av tilfeinginum, í staðin rennur niður í fáar politiskt útvaldar privatar lummar. Talan er omanfyri eina miljard um árið. 10.000 føroyingar kundu livað av hesum, sum nakrir fáir vinir hjá politikarum ræna.

mandag den 17. februar 2014

Aftaná 35 ár við framgongd og 35 ár við stagnatión

Arbeiðsministarin fyrra valskeiðið hjá Bill Clinton, búskaparfrøðingurin Robert Reich hugleiðir á facebook um búskaparsøguna tey 70 árini síðani annar heimsbardagi endaði:
Nú pápi mín fylti 100 hugsaði eg um Størsta Ættarliðið, sum hann var partur av. Tey vunnu Heimskríggið. Tey bygdu síðani eitt samfelag til síni børn og ommu- og abbabørn við søgunnar størstu útbygging av skúlaskipanini og víðari útbúgvingarmøguleikum, við einum motorveganeti tvørtur um statirnar, við mannarættindalógum, við almennari heilsutrygging til tey gomlu og til tey fátæku, og við umhvørvisverndarlógum. Tey vóru við at endurbyggja Europa og Japan, og fingu Amerika á mánan. Meira enn triði hvør var limur í fakfelagi, og tað gav miðalklassanum samráðingarstyrki til at tryggja teimum ein stóran part av búskaparligu framgongdini Og við framgongdini kundu tey rinda skattir, sum fíggjaðu tað mesta av tí, sum tørvur var á, meðan ríkastu amerikanarar rindaðu 70 pct í skatti av teirra síðst tjentu dollarum (tá Eisenhower var forseti var hægsti marginalskattur enntá 91 pct). Fløðandi sjógvurin lyfti allar bátarnar.
Robert Reich. Myndina havi eg av hansara bloggi.

tirsdag den 11. februar 2014

BankNordiksa nýggi serligi kundabólkur

Nýliga strammaði BankNordik gebyrskrúvuna enn einaferð. Nú skulu kundar rinda fyri at hava konto í bankanum. Ein røð av undantøkum skuldu vera, hvørjir kundar kundu sleppa undan gjaldinum, m.a. at vera í onkrari fyrimunarskipan, hava nógvar pengar á bók ella skylda nógv, ella um man var eldri enn eitt vist ella yngri enn eitt annað.

Myndakelda: in.fo

Men í Føroyum er óbeinleiðis lógarkrav, at fólk skulu hava konto í peningastovni, bæði fyri at fáa løn útgoldna og til pensjónsuppsparing, og tí vísti eg á, at talan er um kradding. Eg havi eisini boðað frá, at eg ætli mær ikki longur at vera kundi í bankanum, har eg havi verið síðani dópsgávurnar fóru á konto.

Eg skrivaði so eisini eina grein við samanbering við danska Arbejdernes Landsbank, sum hevur gjørt eitt greitt val, at eisini kundar uttan nógvar pengar skulu hava møguleika at hava ókeypis lønarkonto. Og tað skuldi eg ikki havt gjørt!! Tíverri kom eg í somu grein inn á lønarviðurskiftini hjá Janus Petersen og skrivaði av órøttum, at hann hevur eina bonusskipan. Hetta varð rættað sama kvøld (sí greinina), men mistakið var gjørt, og tá er ov seint at harmast.

Svansið um gullkálvin

Nú tað er valg til umboðsráðið fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna, er ein fyrrverandi nevndarlimur (starvsfólkaumboð), Kim Hansen, ið skrivar á facebook:
Tann, ið stillar upp fyri at koma í umboðsráðið og ætlar sær at ávirka tryggingargjøld, arbeiða fyri opinleika v.m., hevur ikki livandi tjans at røkka sínum máli. Øll, uttan undantak, ið eru vald gjøgnum árini, hava broytt hugsan tá tey eru komin inn! Ballini eru heilt einfalt ov góð til at takka nei til :)

Tað, sum Kim so ikki sigur er, at tað eru fá, ið stilla upp til umboðsráðið, sum ætla at broyta nakað. Tí tey vita longu, at ballini eru for góð, og tað skal ikki broytast, um man kemur inn. Nei, ballini eru orsøkin til at tey stilla upp. Men tað skal ikki vera ósagt.

mandag den 3. februar 2014

Munur á bankum

Berlingske Business skrivar í gjár um Arbejdernes Landsbank, ið forrentar eginpeningin betur enn flestu aðrir bankar. Bankin hevur ikki somu áskoðan um sínar kundar, sum BankNordik
Vi traf et valg i 2006 om, at lønkontoen skulle være gratis. Vi ville sikre, at den enlige mor med den lille økonomi kan få sin løn ind og ud igen uden at skulle betale gebyrer. Andre banker har jo forsøgt at prise kunderne ud af banken. Det er jeg modstander af. Det svarer til at gå ind i en tøjforretning og blive bedt om at købe noget og betale gebyr, hvis jeg ikke gør det. Sådan en forretning har jeg ikke lyst til at komme i.
- Gert Jonassen, direktør i Arbejdernes Landsbank
Sama skrivstova, Palle From arbeiddi á í sendirøðini Krøniken. Myndakelda: Berlingske Business

Rætting: Í eini undanfarnari útgáva av hesum bloggi stóð skrivað, at Janus Petersen, stjóri í BankNordik, hevur bonuslønarskipan. Hetta er ikki rætt. Stjórn og nevnd fingu ein sokallaðan "completion bonus", tá bankin varð skrásettur á børsinum, men stjórin hevur ikki bonusløn í dag.

søndag den 2. februar 2014

Sunnudagsútvarpsmikrofonhaldarí aftur, aftur

Eg rósi viðhvørt Kringvarpinum, men øgiliga ofta haldi eg, tey arbeiða við høvdinum undir arminum sunnudagar á tíðindadeildini. Eg havi fílst á tað fyrr (her og her). Og so var aftur í dag. Útvarpið segði frá, at politisk semja er um sandoyar- og skálafjarðartunlarnar, og tað gekk heilt galið, tá Gerhard Lognberg slapp at reypa av sínum stóra bragdi.

Á vegginum í facebook-bólkinum Kringvarp, havi eg tí spurt:
Tá tit nú hava samrøðu við Gerhard um sandoyartunnilssemjuna: í staðin fyri bara at halda mikrofonina, meðan hann reypar, hví brúka tit so ikki høvið at konfrontera hann við, at tunnilsuppskotið, sum nú er semja um, er 99 pct tað sama, sum Bjørt arbeiddi við í CEH-samgonguni, og sum fekk Gerhard at fara úr teirra samgonguni, og næstan akkra tað sama, sum Bjørt og Aksel løgdu fram í fjør (pluss nakrar mest sannlíkt irrelevantur ásetingar aftrat), og sum fekk Gerhard at bróta við flokkin hjá sær? Tað fyrra viðførdi, at Gerhard, mest sum einsamallur maður, nú hevur seinkað Sandoyartunlinum fimm og eitt hálvt ár.
Tað er í lagi, at tit ikki eru so konfrontatorisk, sum eg her seti tað upp, men eg vil bara vísa á, at tað skuldi ikki ein gang verið neyðugt við research, har er nokk av tilfari tilgongiligt, um man bara hugsar seg um og minnist.