Sider

torsdag den 1. maj 2014

Tað sum Óluva gloymdi at spyrja

Planøkonomi heldur fram í Føroyum, hóast ferð eftir ferð vísir seg, at illa er planlagt.

Nú vil Sambfl hava hægri tilfeingisgjald, tí eftir tí gamla planinum forvinna skipini ov nógv og landskassin manglar í. Tað sigur Bárður Nielsen við Óluvu Zachariasen í útvarpinum. Sum um korruptión er í fínasta lagi, spyr Óluva, hvussu høgt tilfeingisgjaldið skal vera.

Tad sum Óluva gloymdi at spyrja Bárður um er:
  • Hvussu kann tú vita, hvat er rímiligt at gjalda fyri tilfeingið?
  • Hvussu veit tú, hvat tilfeingið er vert?

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil tó ikki hækka gjøldini, tí fíggjarlógin (tann gamli planurin) er samtykt. Sum um korruptión er í fínasta lagi, spyr Óluva um tilfeingisgjaldið ikki kann hækkast.

Tað sum Óluva gloymdi at spyrja Jacob um er:
  • Hvussu kann tú vita, hvørji skip fáa mest burturúr tilfeinginum?

(Hesin síðsti spurningurin eigur verða spurdur hvørja ferð miðlarnir tosa við Jacob Vestergaard.)
Send en kommentar